TARI luttekur í Europeiskari verkætlan

Startskotið til nýggju europeisku verkætlanina SALINA – SCALABLE MACROALGAE CULTIVATION SYSTEMS FOR INNOVATIVE APPLICATIONS IN THE FOOD, COSMETIC AND THE CONSTRUCTION SECTORS – rungaði í døgunum 24. og 25. juni 2026, í havnabýinum Gijón í norður Spania.

Tari er partur av SALINA saman við 21 øðrum fyritøkum og stovnum. Verkætlanin er stuðlað av Circular Bio-based Europe Joint Undertaking (CBE JU) og limum og fíggjað úr Evropeiska samveldinum.

Spanska fyritøkan Asincar leiðir verkætlanina.

Endamálið við verkætlanini er, at menna taraaling í ymiskum aliskipanum, á sjógvi og á landi, á burðardyggan hátt, og at beina burðardygga rávøru úr hesum skipanum til góðsking innan mat, vakurleikarøkt og byggitilfar.

TARI hevur, saman við trimum øðrum fyritøkum, ábyrgd av taraframleiðsluni og at veita rávøru til verkætlanina. Við granskingargrundaðari tilgongd, fara vit, tey komandi fýra árini, at menna okkara framleiðslu bæði á lívtarastøðini í Fámjin og á aliøkinum á Kaldbaksfjørði. Vit fara at gera aliroyndir við tarasløgum, ið vit ikki áður hava alt, og menna alingina av sløgum, ið vit longu ala.

Málið er at leggja sløg afturat okkara framleiðslu, og at ala øll sløgini saman í somu aliskipan á fjørðinum.

At menna slagfjølbroytni í eini samalingarskipan, meta vit, er eitt týdningarmikið stig á burðardygdarkósini. Við hesum verður fjølbroytni í framleiðsluni hjá Tara ment, og meira fæst burtur úr givnu kørmunum bæði á landi og sjógvi. Tilber at fylgja við gongdini í verkætlanini á heimasíðuni www.salinaproject.eu